Tøkk

Hjartaliga tøkk til øll tykkum sum luttóku á LIVA 2012. Ein stór tøkk til fyritøkur, stovnar, handlar og einstaklingar, ið tóku av tilboðnum at hava bás á LIVA stevnuni hesuferð, og soleiðis gjørdu tiltakið gjørligt.

Stóra tøkk til stuðlarnar, sum gjørdu at tað eisini bar til at hava sjúklingafeløg við, ið annars ikki høvdu havt møguleika til tess.

Vit vilja eisini senda eina stóra tøkk til fyrilestrahaldarar og til tónleikararnar fyri vøkru framførslurnar, til Húsarhaldsskúla Føroya, lærarar og gentur, ið skaptu tað spennandi mótaframsýningina, og til tey í stóðu aftafyri tað flotta cat´walkið.

Tøkk til tykkum, ið hjálpti okkum at kunngera tiltakið á Facebook.

Og til allar seinast - ein hjartans tøkk til øll tykkum, sum vitjaðu LIVA 2012.


Vónandi koma vit øll sterkt aftur á LIVA 2013.

 

Aftur