LIVA Konseptið:


Liva er: 



- Vælvera

- 
Heilsa

- 
Upplivingar



Vit vilja stuðla undir møguleikan hjá tí einstaka at liva eitt heilsugott lív í góðari javnvág  við seg sjálvan og umhvørvið. Hetta gera vit m.a. vit at skipa fyri tiltøkum, ið liva upp til hetta endamál.



Málið við LIVA-tiltøkunum er sostatt: at bjóða upplivingar, ið geva vælveru, kunnleika og lívshug. Tey flestu okkara hava so mong smá og stór gerandishøft liggjandi á okkum, at stundir eru ikki til at ansa eftir okkum sjálvum. Persónlig vælvera og heilsa verða skúgvað til viks, tí tey materiellu krøvini í alt størri mun seta dagsskránna.



Liva vil skapa avbrot í gerandisdagin, soleiðis at tú í øllum førum hesar løtur flytur fokus frá tí hektiska gerandisdegnum til lívsnjótan og vælveru. 



At geva sær sjálvum gætur - og til tíðir loyva sær at vera eitt sindur sjálvsøkin - gagnar ikki bert einum sjálvum, men eisini teimum, ein er góður við, og samfelagnum øllum.

Ymiskt kunningartilfar



Krøv til LIVA-tiltøkini:
Øll LIVA-tiltøkini leggja seg eftir at bjóða tað besta fram innan vørur og tænastur í Føroyum. Vit leggja dent á, at tey tiltøk, vit fyriskipa, hava eina høga góðsku. 



Málbólkurin er:

Tey, ið ynskja yvirskot í gerandisdagin, vælveru, góða heilsu og lívsgleði. Menn og kvinnur í øllum aldri. 



Samstarv:
LIVA miðar ímóti, at knýta bond og samstarva við fyritøkur, stovnar, feløg og eistaklingar, ið arbeiða fyri heilsu, vælveru og góðum upplivingum. 



Gransking:
Tað verður granska nógv í evnum, ið hava við vælveru, heilsu, trivnað at gera. LIVA vil í mest møguligan mun, fylgja við og kunna um úrslit innan hetta økið. Vit vilja somuleiðis miðja ímóti, at skipað fyri tiltøkum, ið geva innlit í ein part av hesi vitan.   



Undirvísing:
Eins og við granskingini, verður nógv tilfar framleitt, ið kunnar og gevur frálæru um hvussu einstaklingurin á besta hátt, tekur ábyrgd av egnari heilsu og vælveru. Slík kunning, verður eisini ein partur av tí virksemi, ið LIVA kemur at standa fyri.