INUK

Spennadi og flotti grønlendski filmurin INUK verður vístur í Føroyum 19-21. februar.

Saman við Ann Andreasen, leiðaranum av barnaheiminum í Umanaq, skipar LIVA fyri, at filmurin INUK nú verður vístur í Føroyum. Hetta er ein áhugaverdur filmur, tí hann nemur við eitt viðkvamt evnið, sum vantandi trivnað hjá børnum, tá foreldrini ikki hava orku, evni ella umstøður til at veita neyðuga umsorgan.

Filmurin er heitur og hjartaligur, men samstundis spennandi og dramatiskur. Takka verið tað stórbaru grønlendsku náttúruna, er hetta ein filmur tú kemur at minnist.

INUK var frá fyrstu sýning, ein filmur, ið fekk viðurkenningar, sum ein framúr góður filmur. Hann hevur longu vunnið 21.prísir á alttjóða filmsfestivalum og er innstillaður til ein Oscar fyri besta útlendska film í 2012.

Í samband við sýningarnar í Føroyum, kemur Ann Andreasen, saman við tveimum úr franska filmsliðnum, Marc Buriot, framleiðara, og Mike Magidson, fims-leikstjóra, at greiða frá leiklutinum hjá barnaheiminum, og um hvussu tað hevur eyndnast at fáa filmin upp á tað støðið hann er komin. Frásøgnin er løgd beint eftir filmin og tað er gjørlig at seta teimum spurningar.

 

Filmurin verður vístur í:

Norðurlandahúsinum 19. februar kl. 19.30

Atlantis Bio 20. februar kl. 20.00

Løkshøll 21. februar kl. 19.30

 

Atgongumerkir kunnu keypast á:

www.nlh.fo

www.atlantis.fo

www.loksholl.fo